info
back » Info » Socialurin - 28. mai 2004
Socialurin - 28. mai 2004
MÁLINGAFRAMSÝNING Á ELLISHEIMINUN Í VÁGUN

Leygardagin 29. mai kl. 14.00 letur Andrea Falkvard, listakvinna, upp eina framsýning við ekspressionistiskum málningum á Ellisheiminum í Vágum. Á framsýningini verða umleið 10 ekspressionistiskir málningar.
Andrea Falkvard er 23 ára gomul og ættað úr Miðvági. hon hevur útbúgving frá "Den frie Ungdoms uddannelse" í Danmark, har hon hevur verið í starvsvenjing hjá fleiri ymiskum listafólkun, sum arbeiddu við grafikki og málningalist. Eisini hevur hon arbeitt í einum handli, sum framleiðir og selur keramiklutir.
— Undir síni útbúgving hevur Andrea eisini arbeitt við prýðislutum sum listaverk, klædnadesigni, foto og tikið stakgreinar í psykologi, listasøgu og enskum og donskum bókmentum.
— Andrea, sum eisini var við á Várframsýningini í ár, hevur søkt inn á kunstakademi í Danmark, og í løtuni bíðar hon eftir svari.
— Framsýningin verður opin frá 29. til og við 31. mai frá kl. 16-20.